Keypstreytir og kunning

Seljari 
AVAVA Spf.
Láarvegur 42
100 Tórshavn
V-tal 616079
Teldupostur: info@avava.biz
Telefon: 277300

Prísir
Allir prísir eru íroknað MVG.
Afturat prísinum verður kostnaður á DKK 29.- fyri vørusending við Posta lagt afturat. Sí niðanfyri.

Tilboð
Møgulig tilboð á avava.biz eru serliga frámerkt um hvussu tey eru galdandi. Herundir antin so leingi vøran er á lagur hjá okkum, ella sum serlig vikutilboð har til-og-frá dato og tíðspunkt verða ásett og upplýst.

Gjalding
Bíløgd vøra skal gjaldast umvegis gjaldsskipanina. Gjaldast kann við hesum gjaldskortum:
Dankort, Visakort og Mastercard
Keypsupphæddin verður ikki trekt av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran antin verður avheintað á lagri okkara, ella tá hon verður send avstað við Posta.
Gjaldingin fer fram gjøgnum Nets/Teller og Quickpay. Hetta eru viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tínum gjaldsupplýsingum.

Levering
Bílgød vøra verður send heim til tína hurð við koyritænastuni hjá Posta.
Leveringstíðin er tá 2-3 gerandisdagar alt eftir hvar í landinum bíleggingin skal sendast. Posta koyrir ikki vørubíleggingar út leygardag, sunnudag og halgidagar.
Kostnaður fyri vørusendingina við Posta er DKK 29.- Hesin kostnaður verður lagdur afturat vørukostnaðinum.

Kostnaður fyri levering
DKK 29.- við koyritænastuni hjá Posta. Kostnaðurin verður lagdur afturat kostnaðinum fyri bíløgdu vørurnar.

Tá partur av bílegging tíni ikki er á lagur
Um partur av bílegging tíni ikki er á lagur hjá okkum, seta vit okkum í samband við teg og siga frá, nær øll bíleggingin væntast at vera á lagur. Hareftir kanst tú velja um tú ynskir 1) at fáa bíleggingin avleveraða í einum ella fleiri vørusendingum, ella 2) um tú bert ynskir at gjøgnumføra ein part av bíleggingini, ella 3) um tú ynskir at strika alla bíleggingina sum hon er.

Gevi gætur
Vit trekkja ongantíð nakra keypsupphædd av gjaldskorti tínum fyrr enn vøran verður avheintað á lagrinum hjá okkum, ella tá hon verður send til tín við Posta, sambært avtalu.

Vøra sum greitt ikki er á lagur
Um tað framgongur í webshopini, at tann vøran ella støddin sum tú ynskir, ikki er á lagur hjá okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis teldupost (info@avava.biz), og spyrja nær júst tann vøran kann væntast at vera á lagur hjá okkum og harvið tøk til bílegging.

Iðranarrættur
Iðranarrætturin hjá AVAVA Spf. er sambært vegleiðingunum frá danska Forbrugerombudsmanden. Á hesi leinkjuni sæst nágreinuliga vegleiðingin frá Forbrugerombudsmanden viðvíkjandi íðranarrættinum hjá einum brúkara:
http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Vejledning/Ofte-stillede-spoergsmaal/Fortrydelsesret
Kundar hjá AVAVA Spf. (avava.biz) hava 14 daga iðranarrrætt, fyri vøru sum er bíløgd og keypt á avava.biz. Iðranarrætturin er galdandi frá tí degi tá mann hevur fingið vøruna í hendi.
Kundin hevur soleiðis 14 dagar at boða frá brúki av iðranarrættinum, og síðani haraftaná 14 dagar at venda vøruna retur til AVAVA Spf (avava.biz).
Sum útgangspunkt skal vøran sendast aftur til AVAVA spf. í sama standi sum hon var í tá kundin fekk vøruna, men mann kann eisini nýta sín iðranarrætt sjálvt um vøran er brúkt og harvið hevur fingið eitt minni virði.
Er vøran brúkt tá mann ger brúk av sínum iðranarrætti, hevur seljari, AVAVA spf. (avava.biz) rætt til at krevja, at kundin skal gjalda fyri tí virðisminking sum stendst av at vøran er brúkt. Tað verður tá gjørd ein konkret vurdering av hvussu nógv vøran tá er verd, og harvið hvussu nógv av keypsupphæddini kundin skal hava afturgoldið. Á hjáløgdu leinkju sæst ein vegleiðing frá Forbrukgerombudsmanden um hvussu virðismetanin verður framd:
http://www.forbrugerombudsmanden.dk/~/media/Forbrugerombudsmanden/presse/Notat%20beregning%20vaerdiforringelsen.pdf

Fyri at unganga, at mann skal gjalda fyri eina virðisminking, kann mann sum tummilfingurreglu brúka tí meginreglu, at tað í øllum førum er loyvi til at kanna og royna vøruna heima hjá sær sjálvum, á sama hátt sum í einum vanligum fysiskum handli.
Kundin skal sjálvur rinda fyri at senda vøruna aftur til AVAVA Spf. (avava.biz), tá iðranarrætturin verður brúktur. 
Vøran skal sendast ella latast til:
AVAVA Spf.
Láarvegur 42
100 Tórshavn
Tá AVAVA Spf. (avava.biz) hevur móttikið vøruna, ger AVAVA Spf. bankaflyting, áljóðandi alla keypsupphæddina og upphæddina sum er goldin fyri at senda vøruna til kundan, aftur til keypara. Kontonummar má soleiðis eisini upplýsast. Tó er vøran brúkt, tá iðranarrætturin verður fráboðaður, verður virðisminkingin trekt frá tí upphædd sum verður flutt aftur til kundan.

Brek við vøru
Um kundi hjá AVAVA Spf. (avava.biz) leggur til merkis, at tað er brek við vøruni, skal hetta boðast frá til AVAVA Spf. skjótast møguligt eftir at brekið er lagt til merkis.
Allar tílíkar fráboðanir verða handfarnar sambært tí í Føroyum galdandi keypilóg. Herundir §§ 42 til 54 um manglar við keyptari vøru, og eisini §§ 76-79, tá kundin er ein privatur brúkari.
Kundin skal tá seta seg í samband við AVAVA Spf. umvegis teldupost og greiða frá brekinum. Best er um kundin eisini sendir myndir av brekinum.
Verður brekið staðfest av AVAVA Spf., fær kundin sum oftast eina nýggja vøru av sama slag. Um vøra av sama slag ikki skaffast longur, verður kundanum bjóða at fáa líknandi vøru, ella ein avsláttur í prísinum og so varveita uppruna vøruna. Ynskir kundin ikki at fáa líknandi vøru ella at fáa ein avsláttur í keypsprísinum og so varveita uppuna vøruna, stendur honum í boði, at lata keypið ganga aftur.
Um kundin ynskir at fáa aðra vøru, ella at lata keypi ganga aftur, hevur kundin skyldu at lata uppruna vøruna aftur til AVAVA Spf.
Aftaná 2 ár kann kundin ikki longur fráboða brek við vøruni. 

Klaga
Klaga um AVAVA Spf. kann, fyri privatar brúkarar, gerast til Brúkaraumboðið í Føroyum.

Trygd & persónligir upplýsningar
Fyri at keypa frá avava.biz er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. AVAVA Spf. verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp, og einki annað! Upplýsingarnir verða ikki brúktir í sambandi við marknaðarføring!

Cookies
Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdir á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookie”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.

Trupuleikar við websíðuni
Websíðan og webshopin er framleidd við browsaranum Mozilla Firefox. Um tú evt. hevur trupuleikar við websíðini ella webshopini við ørðum browsarum, t.d. Internet Explorer, mæla vit til at tú roynir ein annan browsara, herundir serliga Mozilla Firefox.

Online-gjalding
Gjaldast kann við gjaldskortum umvegis PayPal.
Ávegis:
Gjaldast kann eisini beinleiðis við niðanfyristandandi gjaldskortum. Gjalding verður framd gjøgnum Nets/Teller og Quickpay skipaninar. Hetta er viðurkendar og tryggar gjaldsskipanir. Vit goyma ongantíð nakrar av tín gjaldsupplýsingum, og keypsupphæddin verður ongantíð trekt av tínum gjaldskori fyrr enn vøran antin verður avheinta á lagri okkara ella tá vøran verður send við Posta.

  • Dankort

    Gjaldast kan við dankort

  • Visakort

    Gjaldast kann við Visakort

  • Mastercard

    Gjaldast kann við Mastercard